Søgan.
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag var stovnað 19. apríl 1931.
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag hevur síðan stovnanina verið eitt virkið felag, og er eitt av elstu feløgunum í Føroyum.
Í endamálsorðing felagsins var sagt, at endamálið er á heimligum og altjóða grundarlagi at nøra og menna arbeiðskvinnurørsluna og at fylkja alla arbeiðskvinnustættina í Klaksvíkar kommunu til í felag at bøta um kor hennara.
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag er til fyri at stuðla limum sínum, og hevur gjøgnum sáttmálasamráðingar og við at vera virkin á øðrum økjum verið við at skaffa limum sínum hópin av rættindum.
English below:
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag was founded on April 19th, 1931. Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag has since its founding been an active trade union and is one of the oldest unions in the Faroe Islands.
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag exists to support its members and has through collective bargaining and by being active in other areas contributed to securing a host of rights for its members.
In its statement of purpose, the union declared that its purpose was to grow and develop at the local and international level the women’s workers movement and unite the entire class of women workers in Klaksvík Municipality in order to jointly improve their conditions.