Løn.
Hvussu er yvirtíðarløn og frídagar?
Normalarbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, skal vera átta tímar um dagin frá mánadegi til og við fríggjadegi, og skal tann dagliga arbeiðstíðin liggja millum kl. 08 á morgni og til kl. 17 á kvøldi, skal antin liggja millum kl. 07.00 til kl 16.00, kl 08.00 til kl 17.00 ella kl 09.00 til kl 18.00, soleiðis sum arbeiðsfólkini saman við arbeiðsgevaranum avtala tað.
Atkvøðast skal við seðlum um arbeiðstíðin skal broytast.
Yvirtíðartakstir
Tá normalarbeiðstíðin er kl. 07-16:
- Frá kl. 16-20: 35 %
- Frá kl. 20-07: 60 %
Tá normalarbeiðstíðin er kl. 08-17:
- Frá kl. 17-21: 35 %
- Frá kl. 21-08: 60 %
Tá normalarbeiðstíðin er kl. 09-18:
- Frá kl. 18-22: 35 %
- Frá kl. 22-09: 60 %
- Leygardagar kl. 00-24: 65 %
- Sunnu- og halgidagar frá kl. 00-24: 100 %
Her skal leggjast merki til, at yvirtíðin leygardag er frá miðnátt, og yvirtíðin sunnudag er 100 % til miðnátt. Heldur arbeiðið áfram eftir miðnátt, stendur yvirtíðin við til normalarbeiðstíð tekur við.
1. mai, jólaaftan og nýggjársaftan eru heilir frídagar. Flaggdagur, páskaaftan, hvítusunnuaftan, 1. november og Norðoyastevnuaftan eru hálvir frídagar.
Hálvir frídagar meinast við seinnapart. Átrokandi arbeiði, sum verður gjørt 1. mai, jólaaftan, nýggjársaftan og eftir kl. 12 hesar dagar, verður lønt við dupultari normalløn, soleingi halgan varar. Tó verður arbeið eftir kl 13:00 jólaaftan lønt við dupultari sunnu- og halgidagsløn.
Umframt hesar frídagarnar og 5 vikurs summarfrítíð hava arbeiðsfólk eisini rætt til 5 frídagar uttan løn, sum kunnu ásetast í samráð við arbeiðsgevaran.
Hvussu er minsta arbeiðstíð og minsta arbeiðsløn?
Tá arbeiðsfólk eftir tilsøgn møta til arbeiðis, og arbeiðið ikki verður útint, skulu tey hava løn í tveir tímar, ella um arbeiðið byrjar aftaná eina ásetta tíð, skulu tey hava løn fyri ta tíð, tey hava bíðað. Hetta meinast við um ikki arbeitt verður.
Fyri eitt og hvørt arbeiði fær hvør tann, sum luttekur í arbeiðinum, løn fyri í minsta lagi tveir tímar, sjálv um arbeiðið varar styttri.
Hvussu skal løn rindast og nær ber til at fáa farloyvi?
Arbeiðslønir skulu rindast eina ferð um vikuna. Um avtala verður gjørd við Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, kann lønarútgjalding tó fara fram 14. hvønn dag/mánaðarliga.
Arbeiðsfólk, sum hevur starvast í fimm samanhangandi ár hjá sama arbeiðsgevara, kann fáa farloyvi uttan løn, um tað ikki stríðir móti áhugamálum hjá arbeiðsgevara. Arbeiðsgevarin skal hava starv tøkt, tá farloyvistíðin er farin.
Skulu vit hava álitisfólk og trivnaðarumboð?
Á arbeiðsplássum, sum hava fimm ella fleiri starvsfólk, kunnu starvsfólk velja álitisfólk, sum er umboðið hjá arbeiðsfólkinum. Álitisfólk skulu hava kunning um serligar broytingar á arbeiðsplássinum. Álitisfólkið er partur av eini álitismannaskipan og hevur serliga verju mótvegis uppsøgn. Á arbeiðsplássum við meir enn 20 starvsfólkum, kunnu trivnaðarumboð eisini veljast. Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag miðjar eftir, at øll álitisfólk skulu fáa skeið fyri álitisfólk og nevndarlimir.
Endamálið við álitisfólki og trivnaðarumboðum er at skapa trygd, trivnað og menning á arbeiðsplássum, at stimbra sosialt samanhald, og stimbra áhugan hjá starvsfólkinum og leiðslu fyri teimum arbeiðsuppgávum, sum áliggja.
Høvuðsendamálið við álitisfólkaskipanini er, at limirnir í klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag hava álitisfólk sum:
- Tala søkina hjá arbeiðsfólkunum mótvegis arbeiðsgevaranum
- Arbeiða fyri góðum arbeiðsumstøðum
- Ansa eftir at arbeiðsgevarin heldur galdandi sáttmála og lóg
- Hava neyðuga kunning um tiltøk, sum ætlanin er at fremja, og sum kunnu hava ávirkan á arbeiðsumstøður
Viðvíkjandi trygdar- og heilsuviðurskiftum verður víst til galdandi arbeiðsumhvørvislóg.
Arbeiðsgevarar skulu bera so í bandi
- At arbeiðsumstøðurnar eru soleiðis skipaðar, at minst møguligur vandi er fyri strongd millum arbeiðsfólkini
- At tiltøk verða framd, sum skulu tryggja gott samstarv millum leiðslu og arbeiðsfólk og millum arbeiðsfólkini sínámillum
- At happing ikki fer fram á arbeiðsplássinum
- At møgulig kærumál um heilsu- og trivnaðarviðurskifti beinanvegin verða tikin upp, og verða viðgjørd millum leiðslu, álitis fólk og trygdarumboð
- At neyðug tiltøk verða framd fyri at bøta um viðurskiftini, um tað vísir seg at tey viðurskifti, sum nevnd eru frammanfyri, ikki eru nøktandi
- At trivnaðarumboðini í arbeiðstíðini fáa høvi til at leggja til rættis sosial tiltøk, uttan lønarmiss, tó so at tað tarnar arbeiðnum sum minst. Hesi tiltøk kunnu eisini liggja uttanfyri arbeiðsplássið.
Hvørji rættindi og skyldur eru hjá álitisfólki?
Álitisfólkið hevur rætt til at fáa frí at røkja uppgávur sínar sum álitisfólk. Skyldurnar hjá álitisfólkunum skulu fremjast soleiðis, at tað tarnar framleiðsluni sum minst. Leiðslan skjal skjótast til ber hava boð um fráveruna. Í hesum føri, eins og tá leiðslan boðsendir álitisfólki um mál, sum hava við arbeiðarar ella arbeiðsviðurskifti at gera, skal álitisfólkið hava løn fyri ta tíð, tey eru úr arbeiði.
Uppsagnartíðin hjá álitisfólki er sambært sáttmálanum, sum viðkomandi er sett eftir. Harafturat fær álitsfóki eina eyka mánaðarløn. Uppsøgnin skal grundgevast og bert fremjast av ávísari neyðugari orsøk. Stendst uppsøgnin av vinnuloysi er sama galdandi fyri álitisfólk, sum fyri vanliga arbeiðsfólkið annars.
Hvør er uppsagnarfreistin?
Uppsagnir av arbeiðsfólki skulu byggja á rímiligar grundir. Arbeiðsgevarin skal skrivliga grundgeva fyri uppsøgnini, um tann uppsagdi biður um tað. Grundgevingin kann krevjast, um tú hevur starvast í minsta lagi 9 mánaðir hjá arbeiðsgevaranum.
Í einum og hvørjum arbeiði, sum varar longur enn 3 mánaðir, verður fyri tímalønt arbeiði uppsagnarfreistin frá arbeiðsgevara hendan:
- Minni enn 6 mánaðar starvstíð: 5 arbeiðsdagar
- Meira enn 6 mánaðar starvstíð: 7 arbeiðsdagar
- Meira enn 1 ára starvstíð: 10 arbeiðsdagar
- Meira enn 2 ára starvstíð: 15 arbeiðsdagar
- Meira enn 3 ára starvstíð: 20 arbeiðsdagar
- Meira enn 5 ára starvstíð: 25 arbeiðsdagar
Uppsagnarfreistin frá arbeiðara síðu verður hendan:
- Meira enn 3 mánaðar starvstíð 5 arbeiðsdagar
- Meira enn 6 mánaðar starvstíð 7 arbeiðsdagar
Teir fyrstu 3 mánaðirnar er eingin uppsagnarfreist, heldur ikki tá arbeiðsgevarin skal siga fólk úr starvi.
Verður løntakari, sum hevur arbeitt hjá sama arbeiðsgevara í meira enn 9 mánaðir út í eitt, óarbeiðsførur orsakað av einum arbeiðsskaða, sum kann prógvast við læknaváttan, kann viðkomandi ikki sigast úr starvi fyrr enn 7 mánaðir, aftaná arbeiðsskaðin er hendur. Hetta er tó bert galdandi, inntil løntakarin aftur er arbeiðsførur.
Hvør er uppsagnartíðin fyri fastlønt?
Uppsagnir av arbeiðsfólki skulu byggja á rímiligar grundir. Arbeiðsgevarin skal skrivliga grundgeva fyri uppsøgnini, um tann uppsagdi biður um tað. Grundgevingin kann krevjast, um tú hevur starvast í minsta lagi 9 mánaðir hjá arbeiðsgevaranum.
- Er starvstíðin upp í eitt hálvt ár er uppsagnarfreistin: 1 mánaði til ein 1. í mánaðinum
- Er starvstíðin 6 mánaðir til 2 ár er uppsagnartíðin: 2 mánaðir til ein 1. í mánaðinum
- Er starvstíðin omanfyri 2 ár er uppsagnarfreistin: 3 mánaðir til ein 1. í mánaðinum
Fyri arbeiðsfólk er uppsagnarfreistin ein mánaða til ein 1. í mánaðinum.
Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri báðar partar.