Búmerkið hjá felagnum

Lógir og lønarsáttmáli.

Lógir felagins

Grein 1.

Navn felagsins er klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag “kakf”. Stovnað hin 19. apríl 1931.

Øki felagsins: felagið røkkur um Klaksvíkar Kommunu.

 

Grein 2.
Endamál felagsins er á heimligum og altjóða grundarlagi at nøra og menna arbeiðskvinnurørðsluna. At fylkja alla arbeiðskvinnustættina í Klaksvíkar kommunu til í felag at bøta um kor hennara.

 

Limaskapur

Grein 3.
a) Felagslimur kann hvørt arbeiðsfólk og spesialarbeiðari verða, ið samtykkir endamál felagsins, og annars vil ganga undir lóg og samtyktir tess.

b) Arbeiðskvinnan kann gerast limur, tá ið hon er fylt 14 ár.

 

Limaskyldur

Grein 4.
a) Limir felagsins hava tagnarskyldu viðvíkjandi øllum innanhýsis viðurskiftum felagsins, tí einans nevndin má senda út frágreiðing frá felagnum.

b) Limirnir skulu ansa væl eftir, at tær arbeiðstíðir, mattíðir og lønir verða hildnar, sum sáttmálarnir áseta.

c) Limirnir hava skyldu at boða nevndini ella álitsfólki frá, um teir verða varugar við brot á lógir og sáttmálar.

d) Limur, sum skiftir eftirnavn ella bústað, skal beinanvegin geva felagnum skrivliga fráboðan um hetta.

 

Kærumál

Grein 5.
Verður ósemja millum felagslim og arbeiðsformann og arbeiðsgevara, so  at limurin verður koyrdur úr arbeiðinum, skal limurin melda hendingina til álitisfólkið , har álitisfólk er, annars til nevndina, ið sum skjótast viðger hendingina og avgerð hvørji stig skulu takast.

 

Limagjald

Grein 6.
a) Limagjaldið verður ásett av aðalfundinum. Prosentgjaldið verður eftir avtalu millum nevnd felagsins og arbeiðsgevararnar drigið frá lønini, áðrenn hon verður útgoldin, og latið felagnum beinleiðis frá arbeiðsgevaranum. Tó hevur limurin ábyrgdina av, at limagjaldið verður goldið.

 

Nevndin

Grein 7.

  • a) Felagið verður stjórnað av eini 5-kvinnunevnd samansett av forkvinnu, næstforkvinnu, álitiskvinnu og tveimum nevndarlimum.
  • b) Stjórnin velur sjálv kassameistara og skrivara.
  • c) Stjórnarlimir sita tvey ár í senn og verða valdir á ársaðalfundi. Annaðhvørt ár verður val av forkvinnu, álitiskvinnu og 1 nevndarlimi, og annaðhvørt ár av næstforkvinnu og 1 nevndarlimi.
  • d) Ein og hvør limur, sum lýkur treytir felagsins eftir grein 9, hevur skyldu at taka við vali til álitisstørv felagsins. Tó kann tann, ið hevur havt álitisstarv í felagnum seinasta valskeið, sýta fyri at taka við endurvali næsta valskeið. Haraftrat verða valdar tvær tiltakskvinnur og tveir grannskoðarar og tiltaksfólk teirra.
  • e) Løn forkvinnunnar, kassameistarans, skrivarans, grannskoðarans og stjórnarlimanna verður at seta fyri eitt ár í senn ársaðalfundi.

 

Grein 8.

  • a) Nevndin skipar fyri at roknskapur felagsins verður settur upp og grannskoðaður, og at hesin roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar á ársaðalfundinum, saman við einum dagførdum limalista.
  • b) Eingin rokning kann verða goldin uttan hon er váttað av formanninum.
  • c) Tann peningur, sum felagið ikki nýtir til dagliga raksturin, verður settur inn í tryggan peningastovn til hægstu rentu.
  • d) Roknskaparárið er álmanakkaárið

 

Grein 9.

  • a) Skrivarin førir eina fullfíggjaða fundarbók yvir allar felagsfundir, aðalfundir og nevndarfundir.
  • b) Fundarbókin verður góðtikin av nevndini.
  • c) Kassameistarin førir roknskap felagsins.

 

Fundir

Grein 10.

  • a) Nevndarfundur verða hildnir, tá forkvinnan ella 3 nevndarlimir ynskja tað. Viðmerkingar um uppmøting verður dagført í gerðabókina.
  • b) Forkvinnan kallar inn til nevndarfund við passandi freist. Forkvinnan er orðstýrari á øllum fundum. Forkvinnan hevur gjølla at eftiransa, at alt fer fram friðarligt og sámuligt, átalar óljóð og kann sosatt slíta fundin.
  • c) Limirnir fáa orðið í teirri røð, teir hava biðið um tað.
  • d) Nevndin er ikki viðtøkufør, uttan minst 3 nevndarlimir eru á fundi.
  • e) Møtir nevndarlimur ikki á 3. nevndarfundum hvør aftan á annan, uttan at siga frá, verður tað tikið sum at nevndarlimurin er farin úr nevndini, og 1. tiltakslimur tekur sæti í nevndini og situr til komandi ársaðalfund.

 

Grein 11.

  • a) Felagið verður bundið við undirskrift formansins ella við undirskrift av tveimum nevndarlimum í felag.
  • b) Til at veðseta, selja ella keypa fasta ogn, krevst tó aðalfundarsamtykt og undirskrift á viðkomandi skjøl av allari nevndini.

 

Aðalfundur

Grein 12.

a) Aðalfundur er høgsti myndugleiki felagsins. Ársaðalfundur verður hildin einaferð um árið við hesi skrá:

  1. Frágreiðing frá forkvinnu yvir virki felagsins í farna ári.
  2. Grannskoðaður roknskapur til góðkenningar.
  3. Lógarbroytingar
  4. Ásetan av løn til forkvinnu, skrivara, kassameistara, grannskoðara og stjónarlimir
  5. Annaðhvørt ár, val av formanni, hvørt ár val av 2 nevndarlimum og 3 tiltakslimum.
  6. Val av grannskoðara.
  7. Innkomin mál.
  8. Ymiskt.

b) Aðalfundurin verður lýstur 14 dagar frammanundan í føroyskum miðlum.

c) Uppskot til viðgerðar á ársaðalfundinum, skulu vera formanninum í hendi í seinasta lagi 15. januar tað ár aðalfundurin verður hildin.

 

Avtøka av felagnum

Grein 13.

a) Felagið kann bert avtakast eftir aðalfundarsamtykt.

b) Fyri at avtaka felagið krevst at í minst lag 2/3 av limum felagsins atkvøða fyri avtøkuni.

c) Verður felagið avtikið, skulu ognir felagsins, eftir nærri avgerð á aðalfundi nýtast til eitthvørt endamál til frama fyri arbeiðskvinnur innan fyri øki felagsins ella eitthvørt sosialt endamál.

 

 

Seinastu broytingar vóru samtyktar á ársaðalfundinum 2025

Nevndin

Jastrid Wolles Niclasen, forkvinna