Búmerkið hjá felagnum

Arbeiðsloysi og mismunur.

Hvat um eg gerist arbeiðsleys?

Um tú hevur arbeitt, og gerst arbeiðsleys, hevur tú rætt til at fáa pening úr arbeiðsloysisskipanini ella ALS. Arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður út eftir A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysið varð staðfest. Mesta útgjaldið er 80 % av móttiknu A-inntøkuni tó í mesta lagi 18.500 kr. um mánaðin. Útrokningar- grundarlagið broytist ikki, so leingi tú ert inni í skipanini.

Arbeiðir tú á fiskavirki, sum er í fiskavirkisskipanini hjá ALS, kanst tú søkja um arbeiðsloysisstuðul sum arbeiðsleys á fiskavirki, um einki arbeiði er. Hetta gerst tú við at fylla út eina umsókn, sum tú fært frá ALS ella frá fiskavirkinum, og har virkið váttar setanartilknýtið.

Nærri upplýsingar um treytir og umsóknarbløð fáast við at venda sær til Arbeiðsloysisskipanina.

Sí eisini www.als.fo.

Hvat geri eg, um eg eri fyri mismuni vegna kyn?