Fyrimunir og tænastur.
Hví loysir tað seg at vera í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag?
Sum limur í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag fært tú lut í hópin av fyrimunum og tænastum, sum felagið bjóðar fram. Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag er til fyri limir sínar, og vil fegið stuðla limum sínum.
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag hevur við trygging og eftirløn tryggjað limir sínar, so limirnir ikki nýtast at stúra fyri framtíðini, um illa vil til. Við at gerast partur av Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag ert tú partur av einum stórum felagsskapi, sum er til fyri at stuðla tær í arbeiðnum og øðrum viðurskiftum við.
Sum limur í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag fært tú lut í sáttmálarættindum felagsins (ert tú fyri órætti á arbeiðsmarknaðinum hjálpir felagið tær, og tekur upp málið við sakførara felagsins).
Tú fært hjálp frá fakfelagnum um arbeiðsgevarin ikki heldur skyldur sínar mótvegis tær sum arbeiðsfólk, t.d. um lønin ikki verður goldin ella annað óreglusemi er.
Sáttmálarættindir sæmbært Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
- Rætt til eina fasta arbeiðstíð
- Døgurðatíð, nátturðatíð og kaffi støðgir
- Grundløn, viðbøtur og yvirtíðarlønir
- Løn í samband við døgndrift/skiftivaktar arbeiði
- Frídagar
- Uppsagnartíðir
- Barnsburðarfarloyvi
- Setanarbræv
- Eftirsitisløn
Onnur rættindi og ágóðar hjá Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
- Lívstrygging, sum fíggjarliga lættir um hjá teimum avvarðandi, um limurin doyr
- Trygging í samband við ávísa hættisliga sjúku
- Trygging í samband við ávísa hættisliga sjúku hjá børnum
- Møguleika fyri fíggjarligum stuðli ísv. sjúku
- Møguleika at luttaka á skeiðum
- Fíggjarligan stuðul undir verkfalli, ella lock-out