Búmerkið hjá felagnum

Arbeiðsumhvørvi.

Hvussu er við arbeiðsumhvørvinum, og um eg fái ein arbeiðsskaða?

Føroyski arbeiðsmarknaðurin er skipaður við sáttmálum, lógum og kunngerðum.

Á arbeiðsmarknaðinum eru til dømis rættindi í mun til arbeiðsumhvørvi, arbeiðsskaða, sjúku, arbeiðsloysi, frítíðarløn og barnsburðarfarloyvi.

Lógin um arbeiðsumhvørvi ger greitt, at tú hevur rætt til eitt trygt og heilsugott arbeiðspláss. Ert tú fyri eini arbeiðsvanlukku, mást tú tryggja tær, at arbeiðsgevarin meldar tilburðin til Arbeiðseftirlitið, sum

kannar um reglurnar í arbeiðsumhvørvislógini eru hildnar. Øll arbeiðsfólk eru tryggjað mótvegis arbeiðsskaða.

Et tú fyri einum vanlukkutilburði á arbeiðsplássinum, so er sera týdningarmikið at tryggja sær, at skaðatilburðurin eisini verður fráboðaður Føroya Vanlukkutryggingarráð innan eitt ár. Tryggingin tekur ikki við, um fráboðanin kemur inn seinni enn 1 ár eftir skaðan. Vanlukkutrygg- ingarráðið viðgerð, um skaðatilburðurin er fevndur av tryggingini.

Verður løntakari, sum hevur arbeitt hjá sama arbeiðsgevara í meira enn 9 mánaðir út í eitt, óarbeiðsførur orsakað av einum arbeiðsskaða, sum kann prógvast við læknaváttan, kann viðkomandi ikki sigast úr starvi fyrr enn 7 mánaðir, aftaná arbeiðsskaðin er hendur. Hetta er tó bert galdandi, inntil løntakarin aftur er arbeiðsførur.

Hvat er ein vinnusjúka, og hvønn rætt havi eg?

Ein vinnusjúka er sjúka, sum kemur av arbeiðnum ella arbeiðsumstøðunum. Tú kanst arbeiða í ringum umstøðum í longri tíð, áðrenn tú gerst varðugur við, hvørja heilsuliga ávirkan hetta hevur á teg. Vinnusjúkur kunnu vera hoyriskaðar, ryggtrupulleikar, lyftiskaðar o.s.fr. sjófólk, flakafólk, vaskifólk og onnur, sum hava likamliga tung arbeiði, fáa oftari vinnusjúku.

Ein vinnusjúka er ikki tað sama sum arbeiðsskaði, sum er ein vanlukka, sum hendir á arbeiðsplássinum. Ein vinnusjúka kemur ofta so líðandi. Et tú í iva, um tú hevur eina vinnusjúku, so kanst tú seta teg í samband við felagið ella við vinnusjúkugrunnin.

Skulu vit hava trygdarumboð á arbeiðsplássinum?

Øll arbeiðspláss, har 10 ella fleiri arbeiða skal trygdarumboð veljast, hvørs uppgáva er at vera umboðið hjá arbeiðsfólkinum.

Er arbeiðsplássið omanfyri 20 fólk, skal ein trygdarnevnd setast.

Trygdarumboð eins og álitisfólk hava serliga verju mótvegis uppsøgn.

Sí nærri upplýsingar í lógini um arbeiðsumhvørvi, umframt at til ber at venda sær til Arbeiðseftirlitið sí www.arb.fo.