Sjúka.
Fái eg løn, um eg gerist sjúk?
Gerst tú sjúk er gjørligt at fáa dagpening úr sjúkradagpeningaskipanini hjá Almannaverkinum. Útgjaldið er 100 % av tíni arbeiðsinntøku, tó í mesta lagi ein upphædd sum svarar til 80 % av eini arbeiðaraløn.
Veitingin verður vanliga roknað út frá miðalinntøkuni tær seinastu 5 vikurnar undan sjúkrameldingini.
Vikuupphæddin er í mesta lagi kr. 5.500 + 10 % til eftirlønarskipan (2024). Ert tú frítikin fyri at rinda til eftirlønarskipan, verður eftirløn ikki útgoldin.
Kemur arbeiðsfólk til skaða undir arbeiði og tey sambært læknaváttan eru óarbeiðsfør, verður goldið 20% av mistu arbeiðstíð upp til 10 dagar við 10% frá arbeiðsgevara og 10% frá arbeiðarafelag.
Verður løntakari, sum hevur arbeitt hjá sama arbeiðsgevara í meira enn 6 mánaðir út í eitt, óarbeiðsførur orsakað av einum arbeiðsskaða, hevur arbeiðsgevari, aftaná at tíðarskeiði upp til 10 dagar er endað, skyldu at rinda munin millum dagpeningaveitingina og vanligu lønina, sum løntakari hevði fingið útgoldna, um viðkomandi ikki fekk skaðan.
Gjaldsskyldan hjá arbeiðsgevaranum stendur við inntil løntakari aftur er arbeiðsførur.
Um arbeiðsfólkið er vorðið arbeiðsført aftur, men arbeiðsskaðin krevur seinni læknaviðgerð, so fevnir gjaldsskyldan eisini um sjúkrafráveru í sambandi við hesa viðgerð, um viðgerðin fer fram innan 12 mánaðar frá tí at arbeiðsskaðin er hendur.
Gjaldsskyldan fevnir tó í mesta lagi um gjald í 6 mánaðar samanlagt innan fyri nevnda 12 mánaðar tíðarskeið.
Fái eg løn, um børnini gerast sjúk?
Um barn títt er so óheppið at gerast sjúkt, er gjørligt hjá tær, um tú ert heima hjá barninum at fáa dagpening fyri barnsins 1. og 2. sjúkradag, um barnið er undir 14 ár. Til ber tilsamans at fáa fyri 10 sjúkradagar hjá barninum um árið, um treytirnar annars eru loknar. Tú nýtist ikki at hava læknaváttan, men eina váttan frá arbeiðsgevara um fráveru og inntøkumiss. Umsóknarblað fæst frá og skal latast Almannaverkinum.
Sjúkradagpeningurin er 100 % av lønini.