Arbeiðstíð.
Hvussu er døgurðatímin skipaður?
Í sáttmálanum stendur, at døgurðatímin skal verða 1 tíma og skal liggja millum kl. 12 og 13, uttan løn, ella upp til 20 minuttir við løn. Verður arbeitt í døgurðatímanum, skal dupult normalløn verða goldin, leygardag dupult leygardagsløn og sunnu- og halgidagar dupult sunnudagsløn.
Tað skal ongantíð verða meira enn 4 tímar millum hvønn verð. Um arbeitt verður yvirtíð meira enn 60 minuttir ein dag, so eiga arbeiðsfólkini rætt til nátturðasteðg. Nátturðasteðgurin skal verða 1 tíma og skal liggja millum kl. 18.00 og 19.00, og verður tá einki goldið fyri hesa mattíð. Verður arbeitt í nátturðasteðginum, skal dupult yvirtíðarløn verða goldin. Varskógvast skal dagin fyri, um arbeiðast skal yvir. Um hetta ikki ber til, skal varskógvast áðrenn døgurða sama dag, sum arbeiðast skal yvir. Um ikki verður varskógvað áðrenn døgurða, og farið verður til nátturða, fær arbeiðsfólkið ein tíma eyka løn svarandi til yvirtíð 1, um byrjað verður aftur kl. 19.00.
Á arbeiðsplássinum kann gerast avtala um, at fyri hvørjar 4 tímar skal arbeiðsfólk hava í minsta lagi 20 minuttir mattíð.
Hvussu er nátturðatímin skipaður?
Arbeiðsformaðurin skal varskógva, tá ið mattíð er. Verður arbeitt yvirtíð, skal varskógvast dagin fyri ella seinasta lagi áðrenn farið verður til døgurða. Um ikki verður varskógvað áðrenn døgurða, og farið verður til nátturða, fær arbeiðsfólkið ein tíma eyka løn við yvirtíð 1, um byrjað verður aftur kl. 19:00.
Hetta skal skiljast soleiðis, at um ikki boð eru givin um at arbeiða longur enn vanliga tíðin er, t.v.s. ávikavíst til kl. 17 ella til kl. 16 um ikki verður farið til døgurða, og arbeitt verður longur, so kemur seinra yvirtíðin í gildi aftaná tveir tímar. Um arbeitt verður yvir meir enn 1 tíma, so hava arbeiðsfólk rætt til nátturðatíma.