Búmerkið hjá felagnum

Pensjón og trygging.

Fáa øll í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag eftirløn?

Fyri Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag er tað týdningarmikið, at livistøðið hjá limunum ikki fer niður, tá ið teir vegna aldur fara av arbeiðsmarknaðinum. Tí er neyðugt við eini góðari eftirlønarskipan, sum kemur afturat Samhaldsfasta og pensjónini frá tí almenna.

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag hevur síðani aldarskiftið havt eftirlønarskipan fyri limirnar, sum limir fáa útgjald úr, tá ið teir gerast pensjónistar. Útgjaldið úr skipanini er tengt at, hvussu nógv tú hevur goldið inn í arbeiðslívinum. Til ber at samanseta pensjónsútgjaldið samsvarandi pensjónslóggávuni.

Eftirlønargjaldið, sum arbeiðsgevarin rindar, er 12 %.

Hvussu eri eg tryggjað?

Um illa vil til, so ert tú sum aktivur limur í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag tryggjaður við deyða, ávísari hættisligari sjúku ella um børn undir 18 ár hava ávísa hættisliga sjúku. Umframt hetta hava limirnir í KA eisini rætt til eitt lokaútgjald, treytað av aktivum limaskapi í KA í tíðarskeið undan 67 ára aldri. Til ber at fáa nærri upplýsingar við at venda sær til felagið.

Tryggingargjaldið er 2,5 % av lønini og verður av arbeiðsgevaranum flutt felagnum saman við limagjaldi og eftirlønargjaldinum. Um tú vegna sjúku ella arbeiðsloysi noyðist av arbeiðsmarknaðinum áðrenn tú ert 67 ár ber kortini til at vera verandi í tryggingini eftir ávísum treytum. Minst til at kanna tryggingarviðurskifti tíni, um tú noyðist av arbeiðsmarknaðinum.

Upphæddir í 2022:

  • Lívstrygging við deyða til og við 49 ár: 400.000 kr.
  • Lívstrygging við deyða 50 ár til pensjónsaldur: 400.000 kr.
  • Hættisligar sjúkur: 125.000 kr.
  • Hættisligar sjúkur børn: 125.000 kr.
  • Lokaupphædd: 100.000 kr.

Hoyritól:

Um limur fær stuðul játtaðan sambært kunngerð um hoyritól, gevur hetta samstundis rætt til útgjald frá tryggini. Útgoldið verður sambært játtan um stuðul og rokning frá veitaranum. Tryggingin rindar tað, sum liggur omanfyri játtaða stuðulin, tó í mesta lagi kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið sær.

Øll tryggingarrættindi og treytir fyri útgjaldinum kunna lesast í faldaranum “Trygging og eftirløn” hjá Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.

Nær hava vit rætt til eftirsituløn?

Um illa vil til, og ein limur hjá Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag doyr, eigur eftirsitandi hjúnafelagi/sambúgvi ella børn undir 18 ár rætt til eftirsitiløn fyri tann mánaðin, tá viðkomandi doyr, og tríggjar mánaðir fram. Hetta er treytað av, at viðkomandi í minsta lagi hevur starvast í eitt ár hjá verandi arbeiðsgevara.

Hvønn rætt havi eg til starvsaldur?

Tú hevur rætt til at fáa eina viðbót fyri starvsaldur, tá ið tú hevur arbeitt innan sama øki í 2 ár. Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag hevur starvsaldursviðbøtur fyri 2 ár, 4 ár, 6 ár, 8 ár, 10 ár og 11 ár. Um tú skiftir frá einum arbeiðsplássi til eitt nýtt arbeiðspláss, flytir tú starvsaldurin við tær um tað er innan sama øki. Bið tín fyrrverandi arbeiðsgevara um eina váttan, tá ið tú skiftir arbeiðspláss, hetta hevur arbeiðsgevarin skyldu at útflýggja tær.

Skiftir tú til dømis frá einum laksavirki til eitt flakavirki ella uppisjóvarvirkið, so fylgir starvstíðin í fyrra arbeiðnum vð tær. Skiftir tú hinvegin arbeiðsøki, og fert frá t.d. at vaska skúla til at vera dagrøktari ella skiftir frá fiskivinnuni til at vera bussførari, so fylgir starvsaldurin ikki við, tí tað er eitt nýtt starvsøki, har tú ikki hevur royndirnar við tær. Starvsaldurin fylgir eisini við, um tú tekur ein steðg frá arbeiðnum, og byrjar aftur, um steðgurin er minni enn 7 ár.

Starvstíð
  • Eftir 2 ára starvstíð verður viðbótin 2,5 % av grundlønini
  • Eftir 4 ára starvstíð verður viðbótin 3,5 % av grundlønini
  • Eftir 6 ára starvstíð verður viðbótin 4,0 % av grundlønini
  • Eftir 8 ára starvstíð verður viðbótin 5,0 % av grundlønini
  • Eftir 10 ára starvstíð verður viðbótin 6,5 % av grundlønini
  • Eftir 11 ára starvstíð verður viðbótin 8 % av grundlønini

Arbeiðsfólk hava rætt til at flyta starvstíð frá einum arbeiðsplássi til annað, um tað ikki hevur verið burtur frá arbeiðsøki sínum longur enn 7 ár.

Til tess at fáa starvstíð frá nýggjum arbeiðsgevara skal arbeiðsfólkið kunna um møguliga starvstíð frá øðrum arbeiðsgevara við setan og í seinasta lagi, tá setanarprógvið verður undirskrivað.